13. Jan 2015
Ægir 40 ár Tann 12. januar 1975 var stovnandi aðalfundur av svimjifelagnum Ægir í Klaksvík. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini og har vóru umleið 150 fólk til fyrsta aðalfundin. Har var ymiskt á skránni, eitt nú bleiv navnið Ægir valt, sjá Gerðabók herundir....
21. Des 2014
Í kavaveðrinum hósdagin tann 18. desember skrivaðu stjórin í Norðoya Sparikassa Marner Mortensen og formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum undir ein nýggjan trý ára sponsoravtalu. Við í samkomuni vóru eisini besti svimjarnir í Ægir og aftaná bleiv bjóða lagkaka, frugtdessert og kaffi á loftinum...
21. Des 2014
Stór svimjikapping var í Gundadalshøllini ígjár. Kappast var í 31 kappingum, sum bar navnið SMS jólasprint 2014.Havi ikki fingið úrslitalistan enn, men Ægir gjørdist X-mas Meistarar 2014 !! Vinningurin var eitt gávukort í part frá SMS og aftaná svimjikappingina fóru øll oman at shoppa...
11. Des 2014
Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík Svimjihøll herfyri, hava 28 fólk verið til lívbjargingarroyndina, har øll hava verið ígjøgnum teknisku royndina og tey flestu hava verið ígjøgnum praktisku bjargingarroyndina í hylinum og á kantinum.Í gjárskvøldið hevði eg myndatólið við, har vit gjøgnumgingu Klaksvíkar Svimjihøll...