«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S



 

 Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík Svimjihøll herfyri,  hava 28 fólk verið til lívbjargingarroyndina, har øll hava verið ígjøgnum teknisku royndina og tey flestu hava verið ígjøgnum praktisku bjargingarroyndina í hylinum og á kantinum.


Í gjárskvøldið hevði eg myndatólið við, har vit gjøgnumgingu Klaksvíkar Svimjihøll og har vóru fleiri manglar. Fleiri av mongu manglunum vóru, at hon var slett ikki uppmerkt, skeltir og annað manglaði, ein neyhurð var stongd, fleiri hurðar vóru stongdar og ongin planur var um, hvussu tann, sum var komin til skaðist, skuldi fraktast út til sjúkraflutning, um skaðin var hendur. Hetta má fáast uppá pláss skjótast gjørligt, helst ídag, sum ein annan dag. 

Hetta eru manglar, sum kunnu fáast í rættlag ógvuliga skjótt, skifta cylindarin út á neyðhurðini og seta ein knarva á ístaðin og so seta skeltir upp runt høllina ella seta tey gomlu uppaftur. Ein neyðplan og møguliga koyrt eitt stórt nummar á høvuðshurðina ella givið henni ein annan lit, so sjúkrabilarnir vita hvørja hurð tey skulu koyra til, tá ið skaðin er hendir, tí í hesum førinum, er tíðin er alt umráðandi, jú skjótari vit handla og fáa viðkomandi í viðgerð, betur møguleika hevur viðkomandi at yvirliva.

Sørin S. Djurhuus og ein lívbjargari frá Tórshavn stóðu fyri undirvísingini og komu tey stak væl frá uppgávuni, har tey vísti vandarnar í einari svimjihøll, forkláraði okkum, hvat vit skuldi gera, um skaðin var hendir, um hvussu vit skuldi boða alarmsentralinum frá og hvussu við skuldi bjarga fólkinum, við hjartastartara, munn til munn metodina osv. Eitt lívsvigtigt skeið og sum vónandi, um onkur kemur til skaðist í Svimjihøllini í Klaksvík, kann bjarga lívinum.

Tað var Ægir, sum skipaði fyri hesum skeiðunum, sum hava verið tvey tey síðstu mikukvøldini og nú skuldi tað verið nógv meira tryggari at svomu við Ægir. Sjálvir eri eg stak væl nøgdir við undirtøkuna, tað sigur okkum, at vit taka trygdina í álvara hjá Ægir. Ætli mær at tosað við leiðaran í Svimjihøllini í Klaksvík, har vit í felag, kunnu fáa manglarnar í rættlag skjótast gjørligt.

Til endast vil eg ynskja øllum eini Gleðilig jól og eitt gott nýttár og ynskja okkara svimjarum, sum fara til NM og NJM ídag ein góðan túr og vónandi koma tit aftur við fleiri metum. Eisini takka Klaksvíkar Svimjihøll fyri stak gott samstarv, tit hava tykkara lut í, at Ægir mennist hvønn dag.

Símun á Høvdanum, formaður í Ægir