Við hesari yvirskrift, varð innkallað til eyka aðalfund hjá Ægir. Luttøkan var kanska ikki nakað at reypa av, men tey møttu vóru samd um, at nú skal felagið (enn einaferð) byggjast uppaftur. Svimjihøllin er nú liðugt umvæld og er klárt hjá Ægir, at fara í gongd aftur, tá skúlin byrjar aftur. 

Felagið hevur síðan umbyggingin byrjaði, bert havt svimjarar á 1. og 2. lið.  Hesir svimjarar hava ígjøgnum allan veturin, gingið ímillum badminton høllina og svimjihøllina. Tað munnu hava verið onkrar óhugaligar løtur, í vindi, kavaroki, gleri og vátakava. Ja bara tankin fær ein at skelva. Fyri síðan at koma í eina høll, sum var eitt arbeiðspláss. Vit kunnu tó staðfesta, at hóast hetta baks, hava úrslitini verið góð :) Ein tøkk til Petur Heðin fyri eitt gott arbeiði.

So nú fara vit skjótt at sparka svimjiskúlan í gongd aftur, og vóna vit, at síggja nógv kend og nógv nýggj andlit aftur tá :)  Vit fara heilt sikkurt at hava tað stuttligt saman :) Lýst verður á heimasíðuni tá vit byrja aftur.



















Nýggja nevndin:

Símun á Høvdanum, Formaður

John D. Olsen, Kassameistari

Dan Hjelm, Nevndarlimur

Oddbjørg A. Sigurðsson, Tiltakslimur

Jósef Jacobsen, Tiltakslimur