Cecilia Eysturdal sett føroyskt met í Danish Open
Cecilia Eysturdal sett føroyskt met í Danish Open

Mynd: © svimjing.com
Cecilia Eysturdal hevur tikið føroyska metið í 1500 m. frísvimjing
Cecilia Eysturdal setti í dag nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil í Danish Open kappingini.
Tíðin hjá Ceciliu var 17:51.83. Mona Simonsen átti gamla metið á 17:57.61, frá DM í 2009.
Samanlagt bleiv Cecilia nummar trý av teimum sum svumu innleiðandi í morgun.
Cecilia Eysturdal svimur fyri Ægir