«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S



 

Cecilia Eysturdal úr Ægir vann í dag silvur á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing, sum er í Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi. Hetta á 10 kilometra teininum sum hon gjøgnumførdi uppá 2 tímar, 21 minuttir og 59 sekund.

Svenska Ellen Olsson vann rættiliga greitt við tíðini 2 tímar, 12 minuttir og 4 sekund, og aftanfyri hana var tað so tættari millum Ceciliu og finska bronsuvinnaran Benita Haikola sum svam 2:23.11, og Sofiu Heimsten úr Svøríki sum svam 2:25.36.

Cecilia luttók eisini á 5 kilometra teininum í gjárkvøldið, har hon við tíðini 1:08.35 megnaði at svimja seg til eitt fjórðapláss, aftanfyri Ellen Olsson á 1:06.07, og finsku Anniinu Ala-Seppälä og Lauru Lajunen á 1:06.53 og 1:06.56.

Danski landsliðsvenjarin Mads Claussen heilsar úr Finnlandi, at Cecilia væl hevði kunnað vunnið heiðursmerki eisini í gjár, um hon hevði lagt eitt sindur harðari út, tá. 'Tann feilin gjørdi hon so ikki í dag'.

(Cecilia kemur á mál á NM 2014. Mads Claussen eigur myndina)

Cecilia vann eisini heiðursmerki á NM í 2012, tá ið hon á 5 kilometra teininum vann bronsu aftanfyri donsku Mathilde Riis Sørensen og so hesa svensku Ellen Olsson sum nú í Finnlandi vann gull bæði á 5 og 10 kilometra teinunum.

Tíðirnar vóru tá ávíkavist 1:05.06, 1:06.41 og 1:10.42 - Men her er tað jú bæði ein spurningur um streym og sovorðið, og so eisini tað faktum at kappingin tá var í sjógvi, meðan kappingin nú var í feskvatni.

Skrivar Rókur á svimjing.com