«2019»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S



 

Føroyskir svimjarar seta met í Danmark

 Føroyskir svimjarar seta met í Danmark

Mynd: Savnsmynd  

Alvi Hjelm og Óli Mortensen settu í morgun nýggj føroysk juniormet í Danish Open kappingini í Danmark
27.03.2014 - 12:42

Alvi Hjelm úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi settu í morgun nýggj føroysk juniormet í somu kapping, skrivar svimjing.com.

Fyrst svam Alvi innleiðandi 400 metra frísvimjing við tíðini 4:05.26.

Metið hjá Alva stóð ikki leingi, tí nakrar riðlar seinni svam Óli Mortensen sama tein upp á 4:02.25.

Tað var eisini Óli sum átti gamla føroyska juniormetið á 4:06.44. Tað varð sett á Reykjavík International 2013.