«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S



 

Heðin L. Olsen Gull nál

Heðin Lisberg Olsen svam seg leygardagin 17. desember í søgubøkurnar, tá hann í 100 frí svam seg til eina gullnál við tíðini 0,50,82. Ein stór forbetring frá hansara persónliga metið frá Reykjavík, har hann svam 0,51,47. Ein sera spenandi kapping millum Heðin og Paula Ø. Mohr. Heðin dróg tó skjótt frá og aftaná 75m var eingin yvi um hvør fór at vinna. Pauli kom á mál við tíðini 0,52,25

Eisini var lagt upp til eina spennandi kapping millum Paula og Heðin í 50 frí, men aftur hesaferð vísti Heðin at hann var skjótari enn kappingarneytin, og hann vann við tíðini 0,23,29. Heðin er nú bert 1 tíggunda part av einum sekundi frá FM metinum hjá Pál Joensen áljóðandi 23,19 (í superdrakt) frá oyggjaleikunum á Álandi í 2009, og bert 5 hundraðpartar av einum sek. frá juniormetinum hjá Paula Ø. Mohr (í superdrakt) frá World cup í Berlin í 2009.

Eitt stórt tillukku til Heðin Lisberg Olsen.

PHF