«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S



 

NJM og NM 2011 í Reykjavík

Ægir var væl manna á landsliðnum, sum hevur verið í Íslandi og kappast um Norðurlanda junior og pre senior meistaraheitið sum var hildið í Laugardalssvimjihøllini í Reykjavík í døgunum 9. til 11. desember.

Fyri Ægir vóru Astrið Foldarskarð, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen, Cecilia Eysturdal, Jonna Bjartalíð Thomsen, Sigmundur Mørkøre og Heðin L. Olsen. Fleiri ægir met vóru sett og Cecilia Eysturdal setti Føroyskt junior met í 800 frí. Eisini vann Cecilia Eysturdal bronsu heiðursmerki í einari sera spennandi 400 frí finalu. Heðin L. Olsen vann sær eisini eitt bronsuheiðursmerki í 50 frí, har hann setti Ægirmet við tíðini 0,23,47. Fleiri fínar tíðir vóru og vit vóru somuleiðis í fleiri finalum. Samanum tikið ein fín og spennandi kapping. Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við teimum frálíku úrslitunum sum tit fingu og eitt stórt herðaklapp til Ceciliu Eysturdal og Heðin Lisberg Olsen fyri teirra bronsuheiðursmerkjum.

PHF