«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S



 

Í kavaveðrinum hósdagin tann 18. desember skrivaðu stjórin í Norðoya Sparikassa Marner Mortensen og formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum undir ein nýggjan trý ára sponsoravtalu. Við í samkomuni vóru eisini besti svimjarnir í Ægir og aftaná bleiv bjóða lagkaka, frugtdessert og kaffi á loftinum í Sparikassanum.

Norðoya Sparikassi hevur verið høvuðssponsor hjá Ægir í mong ár og hevur verið við til, at Ægir telist ímillum bestu svimjifeløgunum í Føroyum. Ì ár hevur gingist væl hjá Ægir og tann svimjarin, sum hevur klára seg eina best, var Alvi Hjelm, sum kom heimaftur frá Nordiskt Mesterskab í desember við trimum heiðursmerkum. Sjálvandi hevði hann heiðursmerkini við í Sparikassan hósdagin.

Aðrir svimjarar, sum hava klára seg væl í ár eru: Cecilia Wigant Eysturdal, sum luttók í heimsmeistaraskapinum í Doha. Signhild Joensen, Victoria Wigant Eysturdal og Ásbjørg Hjelm, sum luttóku í NJM og Alvi Hjelm sum luttók í NM. Fleirimet eru sett og ungdómsarbeiðið hjá Ægir, við Karsten Wigant Andersen á odda, er við at menna seg aftur.

Í 2015 verður eitt stórt ár fyri Ægir, tá ið felagið fyllir 40 ár í januar og í febuar verður stór veitsla í Skálanum. Í Januar ferð okkara 1. lið og 2. lið til Ísland í svimjikapping og so vera eisini Oyggjaleikirnir hildnir í Jersey og har skulu vit royna, at fáa so nógvar svimjarar við sum møguligt.

Formaðurin í Ægir er stak væl nøgdir við sáttmálan og heitti hann á allar svimjarnar í Ægir, nú høvuðssponsorurin er Norðoya Sparikassin, at teir brúkti NS sum teirra banka og vónaði at samstarvið fór at vera gott, bæði fyri Sparikassan og Ægir.