
Í samband við sjómannadagin, skipar Ægir, aftur í ár, fyri svimjikapping tvørtur um vánna. Open Water er nakað sum veruliga er farið at vinda uppá seg, so vit vænta at síggja fitt av luttakarum í morgin leygardagin.
Svimjikappinging byrjar klokkan 15:25 og luttakarir møta kl. 15:00 niðanfyri sløkkiliðsstøðina.
Svimjarnir svimja í vátdrakt, og ikki er loyvt at brúka hanskar og fitjur. Kappast verður í fýra bólkum. Kvinnur og menn, yvir og undir 25 ár.
Tilmelding fer fram á telefon 228856