«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S



 

Um Ægir

Svimjifelagið Ægir bleiv stovnað í 1975, eitt ár eftir at Klaksvíkar svimjihøll lat upp á fyrsta sinni.

Fyrstu árini var felagið mest sum einaráðandi í Føroyskari svimjing, um vit hugsa um tey góðu úrslitini, sum felagið stóð fyri.

Felagið hevur ikki havt nakran svimjiskúla seinasta vetur. Hettar av tí at svimjihøllin hevur verið undir umbygging. Tað er vanligt, at eini 120 børn venja í felagnum, og so skjótt sum vit koma ígongd aftur, vóna vit at limatalið kemur yvir tey 100 aftur. Harafturat er eisini Master svimjing fyri tilkomin - hetta verður eisini nevnt rørslusvimjing.

Barnaarbeiði verður høgt raðfest, og ynski er, at teir svimjarar sum eru í yngra endanum skula lyfta felagið aftur á føtur.

Ægir leggur seg eftir, at geva frálæru í grundleggjandi svimjiteknikki til øll, sum eru í felagnum. Svimjifrálæran fevnir eitt nú um at læra børn at svimja, sum ikki duga tað, og heilt upp til elitu svimjing, sum er kappsvimjing á høgum støði. Fyri at hava eitt so breitt og stórt felag krevst nógv av venjarunum. Fleiri venjarar eru knýttir at felagnum við Petur Heðin á Fløtti sum høvuðsvenjara.


Vit vóna at felagið kemur at fóta sær aftur, nú kappingarárið 2014/2015 er um at byrja.