«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S



 

Viðtøkur

Lógir til svimjifelagið Ægir
§ 1.
Navn felagsins er Ægir og er stovnað í Klaksvík tann 12. januar 1975.

§ 2
Mið felagsins er at virka fyri svimjiítróttini og nøra um góðan felagskap svimjaranna millum.

§ 3. Limir
Limir kunnu øll gerast og kunnu vera virkandi ella hvílandi. Hvør limur skal yvirhalda lógir felagsins og aðrar viðtøkur tess. Tey sum bróta lógir felagsins ella skaða felagið á einhvønn hátt kunnu verða strokin sum limir. Slík hava loyvi at frambera kærumál hesum viðvíkjandi á aðalfundi. Limir undir 14 ár hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

§ 4 limagjald
limagjald er fyri virkandi limir kr. 12,- um mánan, fyri hvílandi limir kr. 60, - um árið. Sum grundgjald gjalda allir limir kr. 10,-, ið goldið verður saman við limagjaldinum fyrstu ferð goldið verður. Limagjald verður goldið fyri hvønn ársfjórðing. Tó kann nevndin játta at lata gjaldingarskuldina burturfalla tá ið hon heldur tað verða beint, sum t.d. tá ið limur er burturstaddur, leingi sjúkur ella tílíkt. Nevndin hevur heimild til at lækka ella hækka limagjaldið tá ið umstøður krevja tað.
Á aðalfundi hava bert teir limir rætt til atkvøðugreiðslu, sum hava goldið limagjald og sum hava verið limir av felagnum í 3 mánar. Tey sum skylda limagjald fyri meir enn 2 mánaðir kunnu strikast sum limir og bert gerast limir aftur tá ið limagjaldið og onnur skuld til felagið er goldin.

§ 5
Um limir vil siga seg úr felagnum, má hann skrivliga ella munnliga siga nevndini frá seinast tann 15. Í mánaðinum.

§ 6 Nevndin
Nevndin kann boða til aðalfundar um limir ynskir annan lim útkoyrdan og skal boða til aðalfundar, tá ið minst 1/3 at teimum limum, sum hava atkvøðurætt, krevja tað. Nevndin eigur skrivliga og greitt at fáa at vita hví slík útkoyring verður ynskt. Fyri at ein limur skal kunna verða útkoyrdur, skulu í minsta lagi 2/3 av uppmøttum limum, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri útkoyringini.

§ 7 Limir
Limir skulu í felagsmálum gera eftir teimum reglum, sum nevndin og leiðarin ásetur. Um teir ganga ímóti hesum reglum, kann nevndin fyri styttri ella longri tíð nokta teimum atgongd til svimjihylin ella verða koyrdur úr felagnum.


§ 8 Stjórnin
Broyting av § 8
Broyting samtykt á aðalfundi 11. mars 2008: Talið á stjórnarlimum minkað niður í 3 + 2 tiltakslimir
Til at skipa fyri felagsins viðurskiftum, verður á hvørjum aðalfundi skrivliga vald ein 5 manna nevnd.
Nevndin skal føra gerðabók og til teir minstu lutir føra bók yvir ogn felagsins. Innkrevja allar inntøkur felagsins og heima heimild til at gjalda allar neyðugar útreiðslur.
Stjórnin er vald fyri eitt ár í senn og er viðtøkufør tá 3 stjórnarlimir eru hjástaddir.
Er atkvøðujavni, er formansins atkvøða avgerandi. Stjórnin hevur rætt til at taka afturat sær limir, sum hon heldur verða tørvandi fyri áhugamál felagsins.
Bert 2 og 3 av sitandi 5 stjórnarlimum kunnu fara úr stjórnini í senn.
Nevndarlimir kunnu bert gerast, sum hava atkvøðurætt.

§ 9
Samstundis við nevndarlimum skulu veljast ein roknskapargrannskoðari, ein tiltakslimur hartil og 3 nevndartiltaksmenn. Teir eru allir valdir eitt ár í senn.

§ 10 Ársaðalfundur
Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári sum miðan mánað og hevur hann hægsta avgerðarrætt í øllum felagsmálum. Ársaðalfundurin skal boðast frá í minsta lagi 7 dagar frammanundan, annaðhvørt skrivliga ella við lýsing.

Orðstýrarin verður valdur á fundinum.
Vanligt fleirtal er nóg mikið at avgera øll mál, uttan tey í paragraf 6 og 13 nevndu.
Um atkvøðujavi er, er formansins atkvøða avgerandi.

Lógirnar kunnu tó ikki broytast uttan so at 2/3 av atkvøðunum eru fyri broyting.
Tá lógliga er boðað til fundar, er hesin viðtøkuførur, tó undantikið mál tilskilaði í paragraf 13.
Eingin limur kann greiða atkvøðu uttan sjálvur at møta á fundi.
Atkvøðurætt hava allir virkandi og hvílandi limir, sum hava fylt 14 ár og hava verið limir í minst 3 mánaðir áðrenn aðalfundin.

Fundarskrá fyri aðalfundin:
1.Ársfrágreiðing
2.Grannskoðaður roknskapur
3.Innkomin mál (skrivlig)
4.Val av stjórn og tiltakslimum
5.Ymiskt

Innkomin mál mugu vera nevndini í hendi seinast 4 dagar áðrenn aðalfundin. Nevndararbeiðið er ólønt.

§ 11 Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur kann boðast tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 1/3 av teimum, sum hava atkvøðurætt skrivliga krevja tað sambært paragraf 6.

§ 12
Um so er, at felagið er limur av einari sameining av ítróttarfeløgum, skulu limirnir verða skyldigir at halda lógir og ásetingar sameinigsins. Felagið kann ikki skrivast sum limur av slíkari sameining uttan at aðalfundurin hevur játtað.

§ 13
Samtyktir um at slíta felagið ella broyta navn tess, kunnu bert gerast á aðalfundi, ið so kann avgerða hetta mál við vanligum atkvøðufleirtali, burtursæð frá, hvussu nógvir limir eru á fundi.
Á sama hátt skal avgerast, hvussu skal verða atborið við sølu av ognum felagsins o.a. ið vil gerast neyðugt av slíkari samtykt, tó er í hesum málum vanligt atkvøðufleirtal avgerðarført.
Verður avlop, tá ið skuldin er goldin, skal hesin peningur fara til annað svimjifelag.

§ 14
Felagið hevur ikki skyldu at skeinkja rúsandi drykkur og hesi eiga ikki at verða nýttir undir venjingum og íttróttarferðum

Klaksvík 12. januar 1975
Jóhannes Klein
Anna á Hædd Stampe
Jógvan Ellingsgård
Magnus Mikkelsen
Poul Nolsøe